Ógloymandi konsert í gjónni við Gjógv

(Ljóðsamrøða) 115 ungir sangarar úr Uppsala góvu eina minniliga konsert í gjónni við Gjógv

Tey, sum vóru stødd við Gjógv í gjárakvøldið fingu eitt minnið fyri lívið.

 

115 ungir og evnaríkir sangarar, gentur og dreingir úr svenska universitetsbýnum, Uppsala, sum vitja í Føroyum í hesum døgum høvdu konsert í gjónni við Gjógv í gjárakvøldið. 

 

"Børnini sungu sum einglar um kapp við fuglarnar" - skrivaði ein áhoyrari á Facebook.

 

Talan er um seks kór, trý gentukór og trý dreingjakór, sum eru knýtt at dómkirkjuni í Uppsala. Tey koma at hava tvær konsertir aftrat á føroyaferðini. Í kvøld klokkan 19.30 hava tey konsert í Vesturkirkjuni í Havn, og mikukvøldið klokkan 19.30 hava tey konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra Osvu Olsen, ferðaleiðara, sum er ættað úr Vestmanna greiða frá upplivingini við Gjógv, umframt, at hon greiðir frá um kórini, sum vitja Føroyar í hesum døgum.

 

(Mynd: Johanna Vang)