- Tað er stórur áhugi fyri at dyrka grønmeti í Føroyum.
Tað staðfestir Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.
Men tey, sum dyrka grønmeti, fáa ikki almennan stuðul, akkurát sum tey, ið hava neyt og seyð, staðfestir hon samstundis.
Og nú spyr hon Høgna Hoydal, landsstýrismann í búnaðarmálum, um hann heldur, at tað er rættvíst.
Hon vil eisini hava at vita frá landsstýrismanninum um hann ætlar at gera reglurnar fyri almennum stuðuli greiðari, so at bøndur fáa betri yvirlit yvir, hvat teir hava at halda seg til.
Bjørt Samuelsen sigur, at reglurnar fyri teir teir bøndur, sum fáast við seyð, eru so ógreiðar, at tað ógjørligt hjá einum seyðabónda at vita, hvat hann fær í studningi.
Lógin sigur nevniliga, at studningurin er soleiðis skipaður, at hann fær mvg av tí selda kjøtinum afturgoldið, heilt ella partvís. Og tað er búnaðarstovan, sum metir um, hvussu nógvar umsóknir, tey fara at fáa um studning, og so verður studningsupphæddin sett eftir tí. Og við ársenda verður støðan so endaliga gjørd upp.
- Í eini vinnu er tað avgerandi kenna fíggjarliga grundarlagið, men sum støðan er nú, er tað ógjørligt hjá einum seyðabónda at vita, hvat hann kann vænta sær í afturbering av mvg, sigur Bjørt Samuelsen.









