Og tey tosa um vargar…

Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
-------

Samgongan er IKKI farin undir at bjarga føroyska búskapinum. Nei, hon er farin undir eina miðvísa ætlan, sum skal seta norðurlendsku vælferðarskipanina úr verk í Føroyum.

Hendan víðagitna vælferðarskipanin, hvørs høvuðseyðkenni er sosialur tryggleiki, javni millum inntøkubólkar og líka møguleikar fyri øll. Altíð í tøttum samstarvi millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og politiska valdið.

Hesar heimskendu skipanir, sum seta norðurlond á odda í nærum øllum altjóða yvirlitum yvir tryggleika, eydnusemi, ríkidømi, menning og so framvegis.

Tí samgongan velur púra tilvitað, at sparingarnar BARA skulu raka tey, sum eru ringast fyri frammanundan. Tað er sostatt eitt mál í sjálvum sær, at skapa størri ójavna og størri ótryggleika millum sosialbólkarnar í Føroyum.

Asosiala mynstrið gongur aftur, tá samgongan..
.. IKKI vil kanna, hvussu vit kunnu lækka um heimsins hægsta kostnaðarstøðið.
.. IKKI vil prístalsjavna studningin til tey lesandi, pensjónina ella veitingar frá tí almenna.
.. IKKI vil, at tað skal loysa seg at arbeiða hjá teimum, sum veruliga trongja til nakrar krónur eyka.
.. IKKI vil, at tey arbeiðsleysu skulu hava sømilig kor, tá endurgjaldið úr ALS verður lækkað við 2.500 kr. mánaðarliga.
.. IKKI vil, at tey arbeiðsleysu skulu í starv, tá pensjónsaldurin verður hækkaður.
.. IKKI vil, at øll ung skulu hava líka møguleikar at nema sær útbúgving, tá studningurin verður skerdur.
.. IKKI vil, at tryggleiki skal valda í ellisárum, nú alt pensjónsøkið liggur í skeljasori.  
.. IKKI vil, at løntakarar skulu hava lønarhækkan, men reallønarfall.
.. IKKI vil, at veruliga kapping ella at nýggir aktørarar skulu sleppa inn í høvuðsvinnuna at virka.
.. o.s.fr <http://o.s.fr> ..

Alt hetta SAMSTUNDIS sum, at samgongan hjúklar um tey vælbjargaðu..
.. við at geva teimum túsundatals krónur í skattalætta.
.. við at siga, at hjá teimum skal tað loysa seg at arbeiða.
.. við at halda fast um ferðaendurgjaldið til sín sjálvs.
.. við at vilja avhenda fólksins ogn til nakrar fáar stórreiðarar fyri allar ævir..
.. o.s.fr <http://o.s.fr> ..

Eg legði fyri við at staðfesta, at samgongan IKKI er farin undir at bjarga føroyska búskapinum. Hinvegin er hon farin undir eina miðvísa avmontering av vælferð Føroya.
Búskapartølini kunnu lesast á ymsan hátt. Samgongan velur tilvitað at lesa tað svartasta úr teimum, tí tað tænir endamálinum at avlaga tað, sum vit hava bygt upp hesa seinastu øldina.
Vanliga hóvligir búskaparfrøðingar vilja vera við, at tað skal heilt ófantaliga illa berast at, skal fíggjarstøðan ikki javnviga longu í 2013. Tí er meira enn ivasamt, um øll hesi ússaligu inntrivini yvirhøvir tæna nøkrum øðrum endamáli enn at steðga allari samfelagsmenning.
Ynskti samgongan hinvegin at skapa vøkstur, so vit eisini í framtíðini hava ráð til at javnmeta okkum við fremstu londini í heiminum, hevði hon stungið út í kortið haldgóðar loysnir fyri orkuøkið, rentustøðið, arbeiðsloysið, fiskivinnuna, pensjónsøkið, útbúgvingar- og granskingarøkið, og ikki minst, fyri skattapolitikkin, sum í løtuni bæði vendir sosialt og búskaparliga skeivt.

Vargar.
Hetta var spjaldrið, sum løgmaður setti á limir í tingbólki Javnaðarfloksins eftir valgið, og tí kundi tann annars so frálíka makrelsamgongan ikki halda fram.
Afturfyri verða vit nú stýrd av 19 villum vargum, sum okkara sunnudagsskúladreingir ikki koma upp á øklarnar av.