Og so varð ferðin enn drúgvari

Landsliðsleikararnir sluppu ikki avstað til Írlands sunnunáttina, men gjørdust ístaðin eitt lítið samdøgur seinkaðir

Larnaka, Cypros: Lagið var einki serligt á monnum, tá teir høvdu verið ein løtu í fráferðingarhøllini á flogvøllinum í Larnaka. Eftir at vera purraðir út á miðjari nátt, vóru teir annars farnir við bussi til flogvøllinum kl. 3.00, men tað stóð skjótt greitt, at har var ikki alt, sum tað skuldi vera.
Einasta, sum sást til flogfarið hjá Helios, sum skuldi føra føroyska ferðalagið til Dublin, var eitt »delayed« út fyri flogfarið á telduskíggjunum, og at byrja við gekk illa at fáa at vita, hvat var hent.
Jens Erik Magnussen er ein av ferðaleiðarunum hjá FSF, og hann gekk títtur millum kunnungardiskarnar og teir leiðarar, sum annars vóru á flogvøllinum, og at enda bar til at fáa eitt svar. Boðini vóru, at flogfarið hjá Helios hevði nakrar tekniska trupulleikar, og tað tí framvegis stóð í Newcastle í Onglandi. Talan er ikki um nakað stórt flogfelag, og tí var vónleyst at seta annað flogfar inn á rutuna her og nú, og so mátti alt ferðalagið í nýggjan buss.
Hesaferð gekk leiðin so til Flamingo Beach Hotel, sum liggur beint nærhendis flogvøllin, og so kundi leikararnir tørna inn um sjey?tíðina sunnumorgunin.

Málageipan á strondini
Tað var ikki sørt, at teir tóktust troyttir, tá purrað varð út aftur til døgurða, men so við og við batnaði lagið tó munandi. Onkur helt fyri, at skuldi mann nú kortini standa fastur, so var Cypros ikki tað ringasta staðið, og við eini góðari sandstrond beint nærhendir hotellið, vórðu eisini stundir til at taka sær eitt sindur av løttum.
Venjingar stóðu tó eisini á skránni, og hesar vórðu so gjøgnumførdar í besta brasilianska stíli. Soleiðis mundu fleiri av ferðafólkunum her á staðnum undra seg um, hvørjir hesir menninir vóru, sum berføttir dystaðust í fót-tennis og øðrum smáspølum, men nøkur FSF-merkir til børnini og eitt prát við tey vaksnu fingu so eisini tey lokalu til at finna tey heilt stóru smílini fram. Rópini frá vinnandi pørtunum í ymsu greinunum rungaðu eisini dúliga runt alla strondina, og lagið tóktist bara nærkast alt meira toppinum.

Kanska fyrimunur
Eftir undirhaldandi venjingina vingu vit orðið á Julian Johnsson, og hann helt avgjørt ikki, at eyka steðgurin her á Cypros hevði gjørt hópinum nakað.
- Tað haldi eg slettis ikki. Vit svóvu ikki alla náttina, og sjálvandi vóru vit eitt sindur irriteraðir, men alt í alt er tað sikkurt fínt, at vit so ístaðin fóru her at hvíla okkum.
Spurdur, hvørt hetta kundi skaða fyrireikingarnar til næsta dystin nakað, helt Julian ikki, at tað fór at bilanakað, heldur tvørturímóti.
- Í dag hava vit fyrst og fremst brúka fyri at hvíla okkum nakað og koma spakuliga ígongd, og so er ein venjing á strondini jú í fínasta slag. Í morgin verður talan kanska um venjing við eitt sindur meira tempo, og so hava vit jú einar tríggjar venjingar afturat, sum verða meira málrættaðar móti dystinum. Nú skulu vit snøgt sagt bara hugsa um at koma fyri okkum kropsliga.
Og tá er tað kanska eisini fyrimunur, at lagið er so gott, sum tað nú er?
- Absolutt. Saman við dystinum leygardagin haldi eg, at vit hava fingið eitt ordiligt sálarligt lift. Nú fara vit til Írlands fullir av sjálvsáliti, og so mugu vit bara royna at skapa eina ordans sensatión har yviri, helt Julian Johnsson at enda.