Og so varð aftur ljós yvir landið, men hvussu leingi?

Napolion Magnussen

Viðmerking

Sat mikukvøldið og fylgdi við í Útvarpinum, nú Løgtingið setti streymin til aftur við makt. Tað rann mangt mær til hugs ið hevur verði sagt hesar seinastu dagarnar.

Lat meg byrja við Klæmint Weihe: Haldið tað líkist svartasta ongum at ein stjóri í einum kommunalum felagskapi kemur við sovornum svassi um at "tað líkist svartasta ongum at 40 mans kunna leggja landið myrkt". Tú skal sjálvandi kunna úttala teg privat, men sum stjóri í einum felag sum kommunur eiga skal tú viga tíni orð betur og fáa tað við í greinina at tað ikki er sum stjóri í SEV at tú úttalar teg. Hasir menninir hava ongan annan møguleika enn at brúka sín verkfallsrætt!

So komi eg til Bárð Nielsen: Tá ið tú veit, at maskinmenn í almennum starvið liggja væl omanfyri hesar hjá SEV hevur tú eina fullgóða grundgeving fyri at góðkenna eina hækking og at kunna forsvara hana í samráðingunum til heystar. At teir so fáa meira í tilleggum og yvirtíð rakar ikki teg í hesum sambandi. Her er tað grundlønin ið talan er um.

Og so til Tjóðveldisflokkin og Jenis: Tit høvdu tykkara møguleika at broyta kommunustýrislógina í 2003, so at Bárður Nielsen ikki kom í somu støðu sum Karsten Hansen kom í fyri tveimum árum síðani. So at frá tingsins røðarapalli soleiðis at øsa fólk upp sum gjørt varð mikukvøldið er langt úti. Tað skuldi verið heimila løgtingsformanninum at steðga tingfólkið, ið ferð aftan á ferð dittar sær upp á røðarapallin at júka tað sama ummaftur og ummaftur, sum Jenis og co gjørdu mikukvøldið.

Henrik Old var, eins og Bjarni Djurholm, rættiliga óhølvaður í sínum orðavali upp til fleiri ferðir, men eitt skal eg geva honum rætt í: At nú í skundi at broyta lóggávuna er púra burturvið. Men eitt stendur eftir: Lóggávan má skal broytast alt fyri eitt, í øllum førðum áðrenn samráðimgarnar í heyst.. Tað skal ongin landstýrismaður verða triði partur í einum sáttmála, tað skal ongantíð verða ein triði partur í nøkrum sáttmála.

Annars er at siga, at føroyski arbeiðsmarkanðurin er rættiliga rótutur. Tað er mestsum hvørt ár at okkurt verkfall ella líknandi leggur landið lami, so tað er uppá tíðina at fáa betur skipaði viðurskifti við eitt nú høðussáttmálum og leypandi sambandi ímillum partarnar. So vit mega vóna tað besta frá nevndini ið situr og gerð álitið, sum vónandi kann gerðst grundarlagi undir einum væl betur skipaðum arbeiðsmarknaða. Tí tað er ein ósiður at Løgtingið leggur uppí sáttmálatrætir, ein ósiður ið sum skjótast sleppast má vekk frá.