Og so ein NSÍ’ari til B68

Trafikkurin millum grannarnar NSÍ og B68 økist. Nú er NSÍ’ari farin til B68

Debes Danielsen spælir komandi kappingarár við B68. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá. Hetta kemur dagin eftir, at Hákun Edmundsson fór hinvegin – úr B68 til NSÍ.

 

Les eisini: Edmundsson til NSÍ

 

B68 fyrireikar seg til eitt kappingarár í næst bestu deildini, eftir at liðið í fjør endaði aftast í Effo-deildini. Teir hava mist spælarar sum Evrard Blé, Mads Rosenberg, André Olsen, Ibrahima Camara og frá í gjár Hákun Edmundsson, ið skifti til NSÍ.

 

Súni Fríði Barbá er settur sum venjari fyri komandi kappingarár, eftir at Jógvan Martin Olsen tekur eitt ár frí frá fótbóltinum. Hann hevur nú fingið Debes Danielsen í hópin.

 

 

Les eisini: B68'ari til NSÍ

 

Debes Danislen er 28 ára gamal og hevur fyri tað mesta spælt í NSÍ, men hevur eisini spælt við B68, ÍF og Skála. Hetta var alt í einum tíðarskeiði millum 2006 og 2009. Debes hevur veruliga gjørt um seg á næst besta liðnum, meðan tað hevur gingið strilti at fáa fast pláss á besta liðnum.

 

Í gjár kundi in.fo boðað frá, at Hákun Edmundsson skiftir frá B68 til NSÍ. Jónleif Højgaard er farin sama veg, meðan NSÍ fyri hálvum øðrum ári síðani tryggjaði sær Harald R. Højgaard frá somuleiðis B68.