Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu halda, at tað ikki er landskassans lutur at javnseta tímalønt og fastlønt. So vita vit tað?
Men tað halda aðrir flokkar, eitt nú Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin og fyri so vítt eisini Fólkaflokkurin, sum kortini vil sleppa undan óneyðugum húsaófriði í samgonguni.
Tað fellir eisini mongum fyri bróstið, at Fólkaflokkurin stendur tí tímalønta nærri enn Tjóðveldisflokkurin, men hetta tykist vera greiða niðurstøðan eftir viðgerðina av uppskotinum um at fáa teimum tímaløntu løn - eisini tveir teir fyrstu sjúkradagarnar.
Hví er Tjóðveldisflokkurin soleiðis vorðin? Hesin flokkur, sum plagdi at hava fiskimannin og arbeiðaran í sínum skjaldramerki? Er flokkurin vorðin ein akademikaraflokkur burturav, ella eru menn bara so smásintir, at andstøðuuppskot bara ikki skulu vinna frama!?
Tá Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu eru teir, ið umboða Tjóðveldisflokkin í Trivnaðarnevndini, so mugu vit eisini ganga út frá, at hetta er linja floksins - eins og 1. viðgerð í tinginum 9. september bendi á.
Men málið snýr seg ikki um nógvar pengar - ikki meira, enn nakrar vikur yvirforbrúk hjá landskassanum - umleið 10 milliónir.
At málið verður loyst á arbeiðsmarknaðinum í bræði - tí kunnu vit skjóta ein hvítan píl eftir!
Karl Johansen, arbeiðsmannaformaður í Havn, hevur givið tingmonnum tey stuttu, men greiðu boðini: ? Vilja tit hjálpa teimum tímaløntu, so samtykkið uppskotið. Vilja tit ikki hjálpa teimum tímaløntu, so fellið uppskotið.
Men Karl hevur samstundis gjørt teimum greitt, at teir bara skulu vita, at tað nú fara at ganga nógv ár, til hesin ójavni verður rættaður.
Og orsøkin er eina og aleina, at Tjóðveldisflokkurin sveik hin tímalønta?