Og at enda...

Fosturtøka (3. partur)

Til tey, sum hava lisið undanfarnu greinirnar hjá mær um fosturtøku, vil eg enn einaferð siga, at tað var ongantíð ætlanin at koma við einum svari ella loysn til tey, sum ivast í, hvat rætta avgerðin er viðvíkjandi fosturtøku. Tað má vera upp til hvønn einstaka persón. Eg veit ikki hvat er rætt ella skeivt - tað, sum er rætt fyri onkran kann vera skeivt fyri onkran annan - tó er tað í hesum føri rætt at hugsa seg væl um; tískil kemur eingin niðurstøða um, hvørt fosturtøka er ein røtt ella skeiv avgerð; men kritiskir spurningar mugu setast til summar orsøkir at fremja fosturtøku.

 

Tað er mín kroppur

Eitt, sum ein mangan hoyrir eina kvinnu siga, ið fær ymisk ráð viðvíkjandi fosturtøku, er, at tað snýr seg um hennara kropp og er tískil bert hennara avgerð. Til hesa fatan vil eg siga, at tað ikki bert snýr seg um hennara kropp; tað snýr seg eisini um ein annan kropp, sum er í hennara lívmóðir. Og skal tað snúgva seg um kroppar, snýr tað seg um henda lítla kropp fyrst av øllum - tað er hóast alt lív og deyð, tað snýr seg um, hjá hesum kroppi. Hesin kroppur er samansettur av tveimum menniskjum og er tískil ikki einans ognin hjá mammuni - tíðansheldur ikki bert ábyrgdin hjá mammuni at taka støðu til. Hjá teimum allarflestu, sum velja fosturtøku í dag, er samlegan, ið hevur orsaka graviditetin, tilætla. Tað er bert graviditeturin sjálvur, sum er eitt óhapp; og har er als eingin umbering fyri slík óhapp við teirri upplýsing og fyribyrgjandi møguleikum, sum vit hava í dag. Um tú handlar ábyrgdarleyst, vilt tú so loysa trupuleikan, sum stendst av hesum, við meira ábyrgdarloysi? Tá tú flýggjar frá tíni ábyrgd, endar tú ofta í eini støðu, tær ikki dámar at vera í. At velja ein óynskiligan útveg av neyð er nakað heilt annað. Hetta duga øll fólk innast inni at meta um. Spurningurin er bert hvat fólk velja at gera, eftir meting av støðuni.

 

Nær fær barnið sál?

Hetta er ein áhugaverdur og trupul spurningur. At menniskjan hevur sál er ein global fatan og ikki bert ein kristin fatan. Tað ger hendan spurning enn meira viðkomandi. Av tí at flest fólk í Føroyum eru trúgvandi á ein ella annan hátt, tó mest kristin, má ein spuringur um fosturtøku vera hesin: nær fær barnið sál?

Fatanin og trúgvin er, at sálin er andalig og tískil ikki likamlig. Tað, ið menniskjan er før fyri, er at seta eina prosess í gongd, har eggið hjá kvinnuni verður gitið av sáðnum hjá manninum. Hetta er tó bert ein likamlig og kemisk prosess - hvar kemur andaliga sálin so frá? At nakað likamligt kemur burtur úr nøkrum likaligum gevur meining, og tað kann mátast, vigast og greiðast frá. Men hvussu kann nakað andaligt (ein sál), sum ikki er úr likamligum tilfari, koma burtur úr nøkrum likamligum? Eins og fatanin hjá Sokrates um sálina í bókini Faidon (Phaedo á enskum) hjá Platon, hevur fatanin hjá mongum verið, at sálin kemur aðrastaðni frá, nevniliga tí, at tað andaliga ikki kann koma av tí likamliga.

Nógv - møguliga flest - fólk í Føroyum meina, at sálin kemur frá Gudi (Um sálin veruliga kemur frá Gudi er óviðkomandi, um trúgvandi fólk trúgva hesum; tí vit kunnu avlíkavæl ikki prógva Guds tilveru. Tá tosa verður um nakað, sum ikki kann prógvast, mugu vit taka nøkur ting fyri givið - í hesum føri Gud og sál - ella gevast við slíkum tankavirksemi; men meirilutin er trúgvandi og meirilutin ræður, so eg haldi á fram). Um Gud gevur barninum sál, hví skuldi sálin so ikki komið í barnið beint eftir ella samstundis sum gitingin? Um hetta er so (tað kann jú ikki prógvast, at tað ikki er so, og má tí takast við í metingini), hava vit stórar etiskar og átrúnaðarligar trupuleikar og mótsetningar, tá vit siga, at barnið ikki er ein menniskja fyrr enn eftir 12. viku (ella nær tað er) - kroppurin er jú ikki so týðandi, av tí at hann er stuttvarandi, meðan sálin er ævig. Um barnið hevur sál beinanvegin, er tað tá ikki ein ótýðandi smálutur, at tað ikki líkist eini menniskju tíðliga í móðurlívinum? Um vit beina fyri einum fostri, sum hevur sál, ið tað hevur fingið frá Gudi sjálvum, hvat hendir so? Hetta eigur eisini at vera gjølla umhugsað - og ikki bert hentlig og maklig pratisk viðurskifti um persónligt frælsi.

 

Til møgulig foreldur

Tað, sum eg vil við hesi greinarøð, er at virka fyri, at fólk, serstakliga gravidu kvinnurnar, nýta eina skilagóða tilgongd til sína avgerð um fosturtøku, har fyrilit heldur enn líkasæla, og umhugsni heldur enn fávitska, ræður. Tosið reiðiliga um fosturtøku við tykkara lækna og tykkara nærmastu. Tað eru nevniliga nógv dømi og nógv syrgilig prógv um, at eftir fosturtøkuna eru fleiri harmilig árin - bæði likamlig og sálarlig.

Minnist til: eitt barn nýtist ikki at verða ein forðing fyri persónligum frælsi, møguleikan til útbúgving o.t., men tað krevur eina umlegging av vanum og eina øðrvísi tilgongd til útbúgving og hvat tað nú einaferð er, sum ein ætlar sær við lívinum - tað er hóast alt eisini stuttligt og gevur nýtt og øðrvísi lívsinnihald at hava eitt barn. Og lat meg leggja afturat: ein kensla sær dagsins ljós, eins og barnið, fyri fyrstu ferð, ta løtuna barnið kemur í verðina. Henda kensla verður fødd samstundis sum barnið, og henda kensla kann bert fáa lív, tá vit gerast foreldur; og tí eru tað nøkur ting, sum foreldur, og bert foreldur, kunnu skilja og kenna (føla). Hvussu nógv dømir eru ikki um mammur/foreldur, sum hava ætla at ættleitt sítt barn til eina aðra familju, men hava síðan angra hesa avgerð, tí ein kensla, foreldrini ikki visti av, kom í tey, tá barnið varð føtt? Henda kensla er samstundis ein partur av tí týdningarmiklastu og mest sermerktu menningini hjá menniskjum í tí vaksna lívinum. Hetta gevur okkum neyðugar kensluligar førleikar og styrki til at taka skilagóðar avgerðir í samfelagnum, við fyriliti fyri og ábyrgd av okkara grannabørnum eins væl og okkara egnu eftirkomarum.

At enda...áðrenn tit taka støðu til fosturtøku, gerið tykkum ta tænastu, at rannsaka tykkara samvitsku eins væl og tykkara umstøður og útlit, hóast tað ikki er lætt - men lætti vegurin er sjálda rætti vegurin.