Ófriður í Suður Afrika: Í minsta lagi 75 dripin

Í minsta lagi 75 fólk eru dripin seinastu dagarnar, eru boðini frá løgregluni, skrivar Ritzau.

Stjørnin í Suður Afrika hevði ikki væntað, at fongslingin av fyrrverandi forsetanum, Jakob Zuma, fór at skapa slíkan ófrið. Í minsta lagi 75 fólk eru dripin seinastu dagarnar, eru boðini frá løgregluni, skrivar Ritzau.

 

 

 

Stjørnin metir nú um, hvussu nógvir hermenn skulu fara uppí – higartil eru 2500 hermenn boðsendir at fáa skil á ruðuleikan.

 

 

 

Tað var hósdagin, at Zuma meldaði seg sjálvan. Hann varð dømdur 15 mánaðar fongsulsrevsing fyrst í juli. Mótmælisgongurnar hava verið merktar av nøkrum frammanundan uppøstum borgarum, ið finnast at fátækadøminum, ójavna og fíggjarligu avleiðingunum av coronapolitikkinum.

 

 

 

Næstan 500 eru handtikin, og eru fleiri handilsmiðstøðir tvungnar at lata aftur.