Ein nýggj stuðulsavtala ber við sær, at Real Madrid nú tekur krossin úr felags logo’inum, tá felagið selur troyggjur í teimum Arabisku Emiratunum. Orsøkin til at krossurin fer vekk úr felags logo’inum, er muslimska bakgrundin hjá teimum Arabisku Emiratunum.
Stuðulsavtalan, ið Real Madrid hevur gjørt, er ein trý ára avtala við tjóðbankan í Abu Dhabi.
Krossurin verður tó verandi í felags logo’inum, fyri tær troyggjurnar, ið verða seldar í Europa.
Forsetin í Real Madrid, Florentino Perez sigur, at felagið gjarna vil fáa nýggjar fjepparar úr Arabisku Emiratunum.
- Okkara samband við tær Arabisku Emiratirnar mennist allatíð, og tí kemur hendan avtalan at hjálpa okkum á tí arabiska marknaðinum.
Og sjónligt er, at Real Madrid hevur virðing fyri nýggju stuðulsavtaluni. Tá avtalan varð kunngjørd í dag, vóru tríggjar Real Madrid stjørnur við til at kunngera avtaluna. Tær tríggjar stjørnurnar vóru Gareth Bale, Toni Kroos og Karim Benzema.