Sjónám í Klaksvík hevur í hesi vikuni hildið fyrsta OBST-skeið (Offshore Basic Safety Training). Hetta er eitt skeið til fólk, ið eru í starvi ella ætla sær starv á oljuboripallum.
Tað boðar Sjónám frá.
Fyri einum góðum ári síðan fór Sjónám (fyrr Trygdarmiðstøðin) í gongd við at halda HUET-skeið (Helicopter Underwater Escape Training) fyri fólkum, sum eru í starvi um borð í skipi við tyrlupalli.
Skeiðini eru hildin í tøttum samstarvi við Maersk Training (MT) í Esbjerg. Higartil hava gott og væl 100 skeiðluttakarar verið til HUET hjá Sjónámi. Fyri tað mesta hevur talan verið um føroyingar við veitingarskipi í frálandavinnu (off-shore supply vessel), men eisini hava onnur tikið hetta skeiðið í Klaksvík menn og kvinnur.
Samstarvið ímillum Sjónám og Maersk Training hevur riggað sera væl, og er nú víðkað til eisini at fevna um fastar installatiónir í frálandavinnuni skeiðhaldarar hjá Sjónámi hava nomið sær útbúgving til at halda hesi skeið. Enn eitt nýbrot í føroyskari undirvísingarsøgu, at veita altjóða góðkend skeið til frálandavinnuna hjá føroyskum skeiðveitara.
Í skeiðætlan hjá Sjónáms er eitt OBST-skeið at vera hvønn mánaða umframt eitt HUET-skeið.
Eftir ætlan verður OBST aftur 19. - 21. mars, meðan HUET er sett til 21. mars.
Á myndini frá vinstru: Brandur Klettskarð í Kongsstovu, skeiðleiðari, Herman Olsen, Árni Hansen, Elisabeth Nybo, Keld Sørensen, Maersk Training, Eyðstein D. Jacobsen og Janus Joensen, skeiðleiðari