Off Side

Dimmalætting hevði í gjár nakrar viðmerkingar til ósemjurnar í uttanlandsnevndini.

 

Spurningurin varð reistur, um talan mundi vera um valdsmisnýtslu. Eisini var stjórin hjá løgtinginum endurgivin fyri at siga, at kanningin av málinum var røtt.

Í veruleikanum snýr málið seg um demokratisku spælireglurnar. Á sama hátt sum í fótbólti eru eisini í løgtinginum nakrar reglur, sum spælararnir mugu halda.

Ein av spælarunum er løgmaður. Hann hevur samskiftið við útheimin um hendi, men hann skal søkja sær ráð og góðkenning hjá uttanlandsnevndini. Løgmaður arbeiddi nakað seint í málinum um flogloyvini. Men løgmaður hevur ásannað, at leikluturin hjá honum kann røkjast betri eina aðru ferð, millum annað við at lættari verður at fáa fatur á løgmanni. Harumframt mugu limirnir í uttanlandsnevndini kunnast betri. Men samanumtikið, løgmaður ynskir fair play.

Ein annar spælari er formaðurin í uttanlandsnevndini. Hann roynir at takla harðliga og fara í álop um ríkisrættarligu støðuna, heldur enn at spæla saman og avgreiða málið um flogloyvini. Men so verður hann fangaður í eini off side-fellu. Reglurnar siga tað, at eru ikki allir limirnir nøgdir við hansara kunning í málinum, ja so kann fundur ikki vera fyrr enn 18 tímar eftir fundarboðini. Ein taktiskur brølari kostaði Hergeiri dýrt.

Tað ber ikki til at standa og gálva og rópa, at tað er órímiligt at brúka off side-fellur. Reglur eru reglur. Hergeir royndi at loypa á og var fangaður. Tað ber heldur ikki til í eini kanning at "staðfesta" at limirnir í uttanlandsnevndini vóru nóg væl kunnaðir. Eru limirnir ikki nøgdir sjálvir, so "staðfesta" teir, at ein skjót viðgerð er off side.

Tað, sum í veruleikanum er løgið, og sum formansskapurin vónandi fer at taka upp, er leikluturin hjá linjuverjunum, løgtingskrivstovuni. Skrivstovan skal ikki meta, um tað er meira ella minni skilagott at fara í álop ella brúka off side-fellur. Skrivstovan skal halda reglurnar og veittra við flagginum, tá okkurt er galið ? sambært reglunum.

Í hesum málinum hevur tað borið til hjá einum limi í nevndini at fáa eina frágreiðing um ein annan lim í nevndini. Serliga tykist (sambært fjølmiðlunum) vera gjørd kanning, ið "staðfestir" at ein tinglimur skuldi verið nøgdur við tað, sum hann fekk at vita. Hetta ber ikki til. Skrivstovan má syrgja fyri, at reglurnar verða hildnar. Tað vil siga, at allir limir verða kunnaðir um alt málið og øll skjøl so skjótt til ber. Og verða limirnir ikki samdir um nakað annað, so skal fundur haldast ? ikki fyrr enn 18 tímar eftir, at tann seinasti limurin fekk boðini.

Skal nøkur "staðfesting" vera av viðurskiftum, ið viðkoma einstøku limunum, so mugu teir hvør í sínum lagi sleppa at gera viðmerkingar til slíkar "staðfestingar". Undir øllum umstøðum mugu reglurnar fyri kanningar og "staðfestingar" vera tær somu fyri allar tingmenn, og hesar mugu sendast nevndarlimunum, áðrenn tær vera at síggja á internetinum ella í bløðunum.