Off-road coupé frá BMW í 2007

BMW X4C skal vera bilurin til teirra, ið ynskja sær ein smartan coupé við "off-road" eginleikum. Bilurin er enn ein konseptbilur. Um X4C verður veruleiki, kemur hann í fyrsta lagi á marknaðin í 2007

BMW hava ætlanir um at koma við hesum sera snøgga X4C, sum enn er konseptbilur, inn í millum frítíðarbilarnar X3 og X5.

Bilarnir líkjast so avgjørt ikki. Meðan X3 og X5 eru jeepar av útsjónd, er hesin ein sportscoupé.

X4C skal vera bilurin til teirra, ið ynskja sær ein smartan coupé við "off-road" eginleikum, so tey uttan trupulleikar kunnu koma fram til t.d. frítíðarsmáttuna í fjøllunum.

X4C fær nýggju 4x4 skipanina "X-drive", ið er ein sera framkomin skipan, sum deilir kraftina millum for- og bakhjólini eftir tørvi.

Um bilurin verður veruleiki, kemur hann í fyrsta lagi á marknaðin í 2007.

Ikki eru nógvir upplýsingar tøkir um bilin enn, men flest øll kunnu vera samd um, at X4C er ein sera snøggur bilur.