Árligi SuperCup dysturin, sum er millum vinnararnar av Champions League og vinnararnar av Europa League, hevur í kvøld verið. Dysturin var spældur á Boris Paichade leikvøllinum í Georgia og var millum FC Barcelona og Sevilla.
Undir dystinum var leingi líkt til, at Barcelona skuldi fáa ein lættan sigur ímóti Sevilla. Tá 52 minuttir vóru farnir, var FC Barcelona á odda heili 4-1, við málum frá Lionel Messi, Rafinha og Luis Suarez.
Men seinasta hálva tíman gjørdi Sevilla bart. Venjarin, Unai Emery, gjørdi ímóti endanum nakrar broytingar, ið eydnaðust væl.
Fyrst minkaði Sevilla um munin tá 57 minuttir vóru farnir, við máli frá José Antonio Reyes.
Síðani minkaði Kevin Gameiro um munin til 4-3, við brotssparki. Og tíggju minuttir fyri leiklok, eydnaðist tað innskifta Yevheniy Konoplyanka at javna til 4-4, tá hann skoraði eftir upplegg frá eisini innskifta Ciro Immobile.
Dysturin fór síðani út í longda leiktíð, og ikki fyrrenn fimm minuttir áðrenn leiklok, fall avgerðin.
Tað var Barcelona leikarin, Pedro, ið skoraði avgerandi málið í dystinum til 5-4. Tað er eisini væl møguligt, at hetta er seinasti dysturin hjá Pedro fyri Barcelona á hesum sinni, tí hann er sterkt settur í samband við eitt skifti til antin Manchester United ella Manchester City.
Sevilla var í tveimum førum nær við at javna til 5-5, men hepni var ikki við Sevilla í longdu leiktíðini.
Tí vann Barcelona árliga SuperCup dystin, sum var framúr undirhaldandi. Hetta er fimta ferðin at FC Barcelona vinnur SuperCup. Teir hava vunnið tað í 1992, 1997, 2009, 2011 og 2015.
FC Barcelona - Sevilla 5-4 (3-1 til Barcelona í hálvleikinum, og vanligi dysturin endaði 4-4)
0-1 Ever Banega
1-1 Lionel Messi
2-1 Lionel Messi
3-1 Rafinha
4-1 Luis Suarez
4-2 José Antonio Reyes
4-3 Kevin Gameiro (Brotsspark)
4-4 Yevheniy Konoplyanka
5-4 Pedro Rodriguez