Øssur Hansen leikti í síni tíð 51 dystir fyri føroyska landsliðið. Harumframt skeyt hann eisini 2 mál. Best er hann kendur fyri útjavnandi málið í yvirtíðini móti Slovenia á Svangaskarði í 2002.
Í dag er Øssur, saman við Jógvan Martin Olsen, venjari hjá besta mansliðnum hjá B68.
Øssur ætlar sær at fylgja væl við undir HM í Brasil í summar.
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?
- Tað verður nokk eitt summar, har skermurin verður grønur.
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Havi altíð hildið við Danmark, men nú teir ikki eru við, so er Ongland tað liðið sum eg fari at hava eitt serligt eyga við. Hetta kemst sjálvandi av, at eg altíð havi fylgt væl í tí ensku kappingini.
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- Gleði meg til at síggja, hvussu Ongland fer at klára seg. Men annars, so vóni eg altíð, at eitt undirtippa lið kemur langt í kappingini.
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- Tað var í 1982, tá ið Italia vann. Men serliga er tað Brasil, við spælarum sum Socrates, Junior, Zigo og aðrir við, sum eg helt vera tað besta liðið
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- 1986 uttan iva. Hetta var kappingin, har serliga ein spælari ikki var til at steðga. Besti leikari nakrantíð. MARADONA.
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Rokni við, at Brasil á heimavølli vinnur.
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?
- Neymar ella Iniesta