Øssur Johannesen í donskum sjónvarpi

Føroyski fjøllistamaðurin Øssur Johannesen verður við í danskari sjónvarpssending 28. desember, skrivar portal.fo

 

Føroyski fjøllistamaðurin Øssur Johannesen verður við í danskari sjónvarpssending 28. desember, skrivar portal.fo

 

Sendingin verður víst á Kanal Hovedstaden 28. desember kl. 14.30-15.00 føroyska tíð, og er tað tað rásin ANTV, ið hevur gjørt sendingina um Øssur.

Øssur er útiseti, og ein sera fjøltáttaður listamaður, við fleiri fløguútgávum við solobassi og yrkingaupplestri aftanfyri seg, eins og hann er myndlistamaður, ið ofta arbeiðir innan fyri tey myrkaru temaðini og átrúna. Seinast útgávan hjá Øssi “Vindurin blæsir ígjøgnum markið ímillum tey livandi og tey deyðu.”, var eitt stórt listarligt verk, har tvær fløgur vóru útgivnar í einum yrkingasavni, ein við tónleiki og ein við yrkingaupplestri. Hetta var eitt sera sterkt verk.


Øssur hevur í løtuni eina framsýning av sínari list í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og tað er í hesum sambandi, at sendingin er gjørd.

Føroyingar, ið ikki síggja Kanal Hovedsstaden kunnu síggja sendingina á  heimasíðuni antv.dk.