Øssur Johannesen framsýning í Listaskálanum

.

Leygardagin kl. 16 letur Øssur Johannesen upp listaframsýning í Listaskálanum.

Á framsýningini verða málningar, tekningar og linoprent.

Øssur Johannesen er 27 ára gamal, ættaður av Glyvrum.

Tá iðð hevði framsýning í Listaskálanum í nvember mánaði 1993, stóð í ummæli í Fjúrtanda:

?Var tað onkur, ið segði, at føroysk málningalist hevði grivið sær eitt spor, ið var torørt at koma burtur úr aftur? - Komið so niðan í Listaskálan og síggið eina framsýning, ið er øðrvðisi. Heitini á myndunum siga sítt: ?Samfelagsins skuggar?, ?Skilnaður?, ?Pína?... Øssur er eitt av hesum viðkvomu menniskjum, ið taka á seg líðing og pínu. Kenslan av einsemi og heimloysi er sterk og tung at bera, men verður týðandi listarligt evni. Í myndum ber til at takast við líðingina, kanska lýsa hana. Listamaðurin arbeiðir við sær sjálvum og myndunum, stríðist til báðar síður - av hesum báðum tættum verður tráðurin tvunnin.?