Effodeildin: Framherjin hjá ÍF helt, at hann hevði tryggjað ÌF øll stigini, tá hann legði ÍF á odda 2-1, tá fimm minuttir vóru eftir av tí vanligu leiktíðini. Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Páll Klettkskarð fyri KÍ, so summarfestivalsdysturin millum KÍ og ÍF endaði við javnleiki 2-2.
Øssur Dalbúð harmast um tey mistu stigini, bæði í dag, og farna vikuskiftið, tá NSÍ vendi einari 2-1 leiðslu hjá ÍF til ein 3-2 sigur. Øssur heldur tó, at ÍF skal ikki hyggja hyggja ov nógv niðureftir á stigatalvuni, tí enn eru teir greitt frammanfyri nummar trý á stigatalvuni. Men hann ásannar, at tað verður næstan ómøguligt at innheinta HB, um HB við einum sigri á Víkingi í morgin leggur seg á odda við 12 stigum.
Páll Klettskarð var nøgdur við ikki at tapa, og at bjarga KÍ einum stigi í seinastu løtu. Hann hevði tó áðrenn dystin sett nøsina upp ímóti at fingið trý stig á heimavølli í dag.
Í ljóðbrotinum uppiyvir myndini ber til at hoyra tað, sum Páll Klettskarð og Øssur Dalbúð søgdu við Trónd Arge, aftaná dystin. Fremst ber til at hoyra frásøgnina av 2-1 málinum hjá Øssuri, og 2-2 málinum hjá Pálli. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2. André Olsen var viðmerkjari hjá Rás2 til dystin í dag.