- Vit hava akkurát verið og hugt eftir Angelu og Hannibal. Tað var ordiliga stuttligt, sigur Øssur avgjørdur.
Øssur fylgist við vinmanni sínum, Steffan Balog Robertsen úr Hvalba.
- Vit kennast frá Hvalba, har Øssur onkuntíð hevur verið og ferðast, sigur 14 ára gamli Steffan.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg eri á G! festival, og búgvi eg inni hjá familjuni hjá Steffan, sigur kendi maskotturin hjá HB og Knørri.
Tað er eitt navn, sum Øssur hevði viljað hoyrt meir enn onnur.
- Alex Bærentsen. Hann hevði eg ordilgia gjarna viljað hoyrt, tí hann er tann besti sangarin í Føroyum, sigur Øssur og leggur ikki lok á, at hann hevur ein serligan tokka til countrytónleik.
Í kvøld verður tað so ikki Alex, sum teir báðir vinmenninir sleppa at hoyra.
- Eg gleði meg nógv at hoyra Nephew í kvøld, og eg vænti, at teir fara at hava ein góða konsert, sigur Steffan at enda.