Øssur Debes Eiriksfoss er ikki til at steðga á hesum oyggjaleikunum, tí nú hann hevur verið í gongd í tveir dagar, hevur hann vunnið tvey heiðursmerki.
Í dag hevur hann kappast í hæddarlopi, og har eydnaðist honum at vinna silvur við einum lopi upp á 2,01 metrar, sum eisini er nýtt føroyskt met.
Tað var enntá um reppið, at Øssur megnaði gullið, tí hann hevði somu hædd sum gullvinnarin, ið var Jahnhai Perinchief frá Bermuda, men hesin nýtti færri royndir til at klára vinnarahæddina.
Ikki kann sigast annað, enn at Øssur veruliga er væl koyrandi, tí ígjár var hann ein av fýra fimleikarum, sum tryggjaðu Føroyum fyrsta gullið í liðkappingini hjá monnum nakrantíð!