Tað sá út til í fyrra hálvleiki, at B68 fór at vinna á heimavølli ímóti Skála, tí B68 var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1, og so var tað Skála, sum at enda hevði heilt stóran møguleika at skora sigursmálið, men tá var tað Andreas Egeberg Jacobsen, sum úr góðari støðu við nærra stólpa stýrdi bóltin skeivu megin stólpan, eftir at Poul Kallsberg hevði lagt innfyri.
-Hetta var vónbrot. Vit høvdu ætlað okkum trý stig, og vit spældu væl í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki var viljin ikki nóg stórur hjá okkara monnum, og um vit ikki avrika øðrvísi, enn vit gjørdu í seinna hálvleiki, so vinna vit ikki betri endastøðu, enn vit gjørdu í fjør, og tað ætla vit okkum. At enda var tað um reppið, at vit einki stig vunnu, og tað er heilt víst, at onkrar skiftingar vera, tá ið vit fáa vitjan av HB. Tí tað er størri kapping um plássini, enn tað hevur verið í nógv ár, og tá ið teir, sum eru á vøllinum ikki avrika, so sigur tað seg sjálvt, at aðrir eiga at fáa møguleikan, sigur B68 venjarin Øssur Hansen.
Stóri spælarin hjá B68 í fyrra hálvleiki var nýggi álopsspælarin Sebastian Lau Nielsen, sum í fyrra hálvleiki skoraði bæði heimamálini. Tað fyrra var eftir horna úr vinstru og við snildum hælsparki, og eftir at Poul Kallsberg hevði javnað til 1-1 við langskoti, sum B68 málverjin iðraði seg um, var tað aftur Sebastian Lau Nielsen, sum skoraði, eftir at hann hevði sneitt framvið fleiri í brotsteiginum hjá Skála.
Seks minuttir undan leikloki var tað miðvallarin Mattias Weihe Joensen, sum við fínum stútara javnaði til 2-2. Uppleggið átti væl upplagdi Andreas Egeberg Jacobsen, sum legði fram úr vinstru og til handara stólpan.
Og so var tað, at Andreas Egeberg Jacobsen hevði rimmar møguleika at skora sigursmálið fyri Skála.
Merkisvert var tað, at Ragnar Lindholm beinanvegin eftir steðgin varð skiftur inn at verja B68 málið. Hjá heimaliðnum var Áki Johannesen í dag eyðsýndur sentralur verjukendur miðvallari, og Sebastian Lau Nielsen reikaði nógv og var saman við Steffani A. Løkin eyðsýndur í álopspartinum.
Hjá Skála eru Poul Kallsberg og Andreas Egeberg Jacobsen fótfimir og fínir framrættaðir síðuspælarar.
Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen hevur verið skaðadarvaður, men í dag varð hann skiftur inn:
-Vit eiga at vera nøgdir, tá ið vit javna tvær ferðir og seinnu ferðina seks minuttir undan dystarenda. Men satt at siga iðra vit okkum um, at vit ikki skoraðu sigursmálið, tí vit høvdu tveir góðar møguleikar. Men tikið samanum so eru vit nøgdir, serliga í seinna hálveiki tá ið vit vunnu nógvar nærdystir, sigur Pætur Dam Jacobsen við Sjúrð Hildarson Hoydal á FM1.
B68 – Skála 2-2 (2-1)
1-0: Sebastian Lau Nielsen
1-1: Poul Kallsberg
2-1: Sebastian Lau Nielsen
2-2: Emil Weihe Joensen
Dómari: Rani A. Skaalum
B68: Rói Mørk Hentze (Ragnar Lindholm, 46.) – Niels Jensen, Aleksandur Ó. Jensen, Aidan Liu, Bárður Ó. Jensen – Andri Benjaminsen, Tonni J. Thomsen, Áki Johannesen, Dabo – Steffan A. Løkin, Sebastian Lau Nielsen
Skála: Jákup N. Olsen – Teitur R. Joensen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jakobsen – Jákup Joensen, Emil Weihe Joensen – Poul Kallsberg, Ari Ó. Ellingsgaard, Andreas Egeberg Jacobsen – Christian Høgh Sørensen