- Sum verjar hjá fólkaræðinum hava vit altíð skyldu at royna samskifti og semju. Mahatma Gandhi er endurgivin fyri at siga, at vit hava størri skyldu at siga nei til samstarv við tað illa - enn ja til samstarv við tað góða.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður.
Hann heldur, at Mahatma Gandhi við hesum orðum hugsar bæði inneftir, um okkum sjálvi, og mótvegis øðrum.
- Tá hetta er sagt, so verður tað truplari og truplari at venda hin kjálkan til. Okkara fólkaræði kann tykjast sum ein verjuleys vøggustova móti teimum slysálopum sum herja á okkara óseku borgarar. Spurningurin er, um vit ikki eru komin at mørkum í tolsemishugsjónini?
Spurdur, um hann dugir at síggja, hvussu slíkar yvirgangsatsóknir kunnu fyribyrgjast, sigur Páll, at hann eigur ikki uppskriftina upp á tað.
- Men, demokratiska samfelagshugsanin skal ikki víkja fyri álopum og yvirgangi. So mikið veit eg, og eg veit, at nógv onnur eru á somu kós! Avbjóðingin og freistingin er stór eftir syrgiliga dagin í París. Samstundis er greitt at standa vit ikki ímóti freistingini at brúka somu vápn, so er skjótt, at allur heimurin er í ljósum loga.
Páll á Reynatúgvu heldur, at kanska er tað júst kríggið, sum ein partur av ørastu yvirgangsmonnunum ætla.
- Rættarsamfelagið og demokratiið mugu verjast. Møguliga er einasti vegur - aftrat semjukósini - at seta múrarnar uppaftur eina tíð. Rokni tó eisini við, at mest viðgongdi islamiski vongurin hevur sína tíð. Eg havi eina greiða vón um, at demokratiið sigrar í longdini sigur løgtingsformaðurin.