Øll uttan Javnaðarflokkurin eru við

Javnaðarflokkurin er einasti flokkur á tingi, sum ikki stendur aftan fyri uppskotið um serligt føroyskt heiðurstekin

 

Nýslignir riddarar av Dannabrog koma í land av kongaskipinum Dannebrog

– Vit vórðu spurd í síðstu løtu, um vit vildu verða við, og tá vit ikki høvdu stundir at viðgera tað, takkaði eg nei.

Soleiðis sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, tá vit spyrja, hví Javnaðarflokkurin sum einasti flokkur á tingi ikki stendur sum uppskotsstillari.

– Sum útgangspunkt er hetta tí, at javnaðarfólk ikki halda, at tað er rætt at geva tílík heiðurstekin, men sjálvandi veldst um, hvat tað snýr seg um, sigur Aksel V. Johannesen.

– Javnaðarfólk siga vanliga nei takk til riddarakrossar og tílíkt, tá tað snýr seg um, at elitan heiðrar elituna, sigur hann.

– men um nakað annað liggur í tí, so sum at heiðra vanlig fólk, sum hava framt okkurt serligt ella hava serligan starvsdag ella fyri trúgva tænastu, so er tað nakað annað, ohog so eru vit ikki avvísandi, sigur hann.

Tað er nakað prinsippielt hjá javnaðarfólki í hesum, vísir Aksel V. Johannesen á.  

– Men harvið er ikki sagt, at vit fara at atkvøða ímóti. 

– Um tað er tað sama sum riddarakrossarnir hjá danska kongshúsinum, so er Javnaðarflokkurin ikki við, men um tað meira líkist fortjenestemedaljuni, sum vanlig fólk fáa fyri trúgva tænastu, so kunnu vit taka undir við tí, sigur Aksel Johannesen. 

Tað er vanligt millum javnaðarfólk í Danmark, at tey taka ikki ímóti riddarakrossi. Sama er galdandi í Føroyum, at politikarar úr Javnaðarflokkinum nokta at taka ímóti riddarakrossi, sjálvt um teir fáa tað boðið. Tað er tí, at hesir ordanir eru ein leivd frá gomul aðalsvaldi og tí ikki sampakkar við nútímans fólkaræði, verður sagt.

Og millum politikarar úr Tjóðveldinum er tað galdandi, at tey taka ikki móti riddarakrossum úr Danmark, men taka tó ímóti heiðursmerkjum frá øðrum londum enn Danmark. 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi váttar, at politikarar úr Tjóðveldi ikki taka ímóti riddarakrossum frá danska kongshúsinum.

– Tað er tí, at so skalt tú vera loyalur yvir fyri donsku yvirvøldini, og tað vilja vit sjálvandi ikki, sigur hann.

Hann sigur, at hann skilir væl grundgevingarnar hjá Javnaðarflokkinum, men vísir á, at talan við hesum uppskotinum ikki er at gera somu skipan, sum við riddarakrossunum hjá kongshúsinum, men heldur sum »fortjenestemedaljan«, sum er til vanliga fólkið.

Høgni Hoydal sigur, at hann sjálvur fleiri ferðir hevur fingið boðið riddarakross, men at hann hvørja ferð hevur sagt nei takk.

Tað sama gera politikarar úr Javnaðarflokkinum.

Høgni Hoydal sigur, at tað ikki ein trupulleiki hjá politikarum úr Tjóðveldi at taka ímóti heiðursmerkjum frá øðrum londum – tí tað er ikki talan um land, »um vit liggja undir«, sum hann málber seg.

Uppskotið um føroysk heiðursmerkið veðrur til 1. viðgerð í Løgtinginum í morgin.

 

Nýslignir riddarar av Dannabrog koma í land av kongaskipinum Dannebrog