Øll tokferðsla millum Danmark og Týskland støðgað

Myndugleikarnir hava tikið avgerðina aftaná stóra talið av flóttafólkum, ið ferðast norðureftir.

Talan er nærum um undantaksstøðu við danska markið til Týsklands, nú hundraðtals av flóttafólkum hava kós móti Norðurlondum og serliga Svøríki. Fleiri av flóttafólkunum nokta at lurta eftir myndugleikunum á staðnum, og eru millum annað farin til gongu til Svøríkis eftir donsku motorvegunum.


Fleiri av flóttafólkunum eru komin við toki til Danmarkar, men tað fær ein enda nú. Danska løgreglan hevur í dag valt at støgða allari tokferðslu millum londini. Tað upplýsir DSB fyri Danmark Radio.


Eisini Scandlines hevur avgjørt, eftir áheitan frá løgregluni, at ongin fólk, ið koma til gongu, sleppa umborð á fergurnar hjá felagnum, ið sigla millum Rødbyhavn og Puttgarden.