Landslæknin vil hava tey sum hava verið her at lata seg kanna fyri koronu

Talan er um tey, sum hava verið inni í einum ávísum tíðarbili leygarkvøldið og sunnunáttina

Landslæknin heitir nú á øll, sum vóru á dansistaðnum og barrini, Luux, í Havn seinasta vikuskiftið, ella leygarkvøldið og sunnunáttina, um at lata seg kanna fyri koronu. Talan er um tey, sum hava verið á Luux ímllum klokkan eitt um náttina og 3.30 um náttina.

 

Áheitanin kemur í kjalarvørrinum á, at eitt fólk, sum staðfest koronu í gjár, hevur verið á dansistaðnum og í barrini.

 

– Í hesum einstaka føri er tað ómetaliga torført at uppspora smittuna. Vit hava ein greiðan varhuga av, at viðkomandi helst er smittaður í Luux, og tí heita vit á øll um at lata seg kanna sum skjótast, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.