Øll skulu hava rennandi vatn fyri 2030

- Tað eru ikki allar familjur í Suðurgrønlandi, sum hava vaskimaskinu, og tað er ikki allastaðni, at fólk hava rennandi vatn, sigur nývaldi borgarstjórin í Kujalleq kommunu.

 

 

 

Á altjóða arbeiðaradegnum hin 1. mai fekk grønlendska kommunan, Kujalleq kommuna, sína býráðssamgongu upp á pláss, har 56 ára gamla, Stine Egede úr Inuit Ataaqatigiit gjørdist borgarstjóri. Sermitsiaq skrivar, at hetta er fyrstu ferð í søgu kommununar, at borgarstjórin er úr øðrum flokki enn Siumut. 

 

Heimasíðan skrivar, at tað var ein ógvuliga fegin Stine Egede, sum henda dagin setti seg í borgarstjórasessin í Qaqortoq, sum vit eisini kenna undir navninum, Julianehåb. Sjálv sigur hon, at tað kennist sum ein stór álitisváttan frá veljarunum at vera vald til borgarstjóra í kommununi, og hon gleðir seg at sleppa til arbeiðis.

 

Við Sermitsiaq sigur hon, at tað hevur stóran týdning fyri býráðssamgonguna, at eitt vaskarí verður bygt í  Nanortalik og aðra staðir, har eingi vaskarí eru. Tað eru ikki allar familjur sum hava eina vaskimaskinu, og tað er ikki allastaðni, at fólk hava rennandi vatn. 

 

- Hesar trupulleikar skulu vit loysa, so øll fáa møguleikan at vaska síni klæði. Tí skal eitt vaskarí í fyrsta umfari byggjast í Nanortalik. Tað er møguligt, at vaskarí eisini skulu byggjast aðrastaðni, sigur Stine Egede, sum vísir á, at tað eisini er við í avtaluni í býráðssamgonguni, at øll heim í Suðurgrønlandi skulu hava rennandi vatn og wc í 2030.

 

Hon sigur, at tað hevur stóran týdning, at allar familjur hava rennandi vatn. Men, tað hava tíverri ikki øll í Suðurgrønlandi. - Tað hevur stóran týdning, at øll fáa vatnskolandi wc - og um hetta ikki er møguligt - at øll so í minsta lagi hava eitt nátthús, har fráfallið kann brennast, sigur nýggi borgarstjórin í Kujalleq kommunu, Stine Egede.