- Allir føroyingar eiga at fáa høvi til at velja meg.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
Tað, hann sipar til, er, at eftir hansara tykki skulu Føroyar varðveitast sum eitt valdømi, so at tað famhaldandi skal bera til hjá øllum føroyingum at velja tey valevni til løgtingið, sum tey vilja.
Í løgtinginum í morgun hevur Jenis av Rana, tingmaður, spurt hann um nøkur ætlan er um at eftirmeta avgerðina um at gera Føroyar til eitt valdømi.
Sjálvur heldur heitir Jenis av Rana á løgmann um at skipa so fyri, at skipanin verður eftirmett.
Hann vísir á, at tað eru mong sum halda, at síðani Føroyar vórðu eitt valdømi í 2007, hevur fólkaræðið flutt seg longur burtur frá borganum, og samstundis er lokalpolitikkurin ikki minkaður. Kring landið eru tað eisini alsamt færri, sum eru virkin í politikki.
Avleiðingin av at Føroyar eru eitt valevni, er, at tað eru tey, sum hava mest av pengum at brúka í einum valstríði og tey, sum eru kendast, ið hava møguleika at verða vald.
Løgmaður heldur, at tað er rætt, at Føroyar eru eitt valdømi, so at tað stendur øllum frítt at velja tey valevni, tey vilja.
Tað varð ført fram, at tá ið Føroyar vórðu eitt valdømi, fór tað at taka eini tvey, trý valskeið at lagað seg til tann nýggja veruleikan.
Hinvegin heldur hann, at tað kundi verið áhugavert at fingið eitt orðaskifti um broytingina at gera Føroyar til eitt valdømi, og um tað hevur hepnast soleiðis sum ætlanin var.
Sjálvur heldur hann, at okkurt er, sum ikki er vorðið soleiðis, sum ætlanin var, men hann nágreinaði hann ikki.
Løgmaður fer nú at taka spurningin um at eftirmeta valskipanina, upp í landstýrinum, í samgonguna og í andstøðuni.
Og er undirtøka fyri at eftirmeta skipanina, eigur tað at verða gjørt, sigur løgmaður.
Fyri nøkrum árum síðani varð annars farið undir eitt arbeiðið at eftirmeta støðuna, men tað arbeiðið er dottið niðurfyri.
Bjarni Djurholm heldur, at nýggja skipanin hevur ikki gagnað tingskipanini, tí øll verða kappingarneytar hjá hvørjum øðrum og tað fær avleiðingar fyri samanhaldið í flokkunum.
Men tað ringasta er, at nú krevur tað nógvar pengar at føra valstríð og tað fer at útihýsa øllum teimum, sum ikki hava so góð ráð, at bjóða seg fram í politikki.
Bill Justinussen heldur, at tað hevur ikki gingið akkurát, sum ætlanin var at gera Føroya til eitt valdømi.
Hann tekur undir við, at skipanin verður eftirmett, so at neyðugar broytingar kunnu verða gjørdar.
Sirið Stenberg vísir á, at fólk, sum ikki eru vælbjargað, hava ongan sum helst møguleika at gera seg galdandi, og tað er eitt bakkast fyri fólkaræðið, tí Løgtingið skal umboða alt fólkið í øllum landinum.
Tað órógvar eisini eisini Hendrik Old, at valstríðið í so stóran mun er vorðin ein spurningur um pengar.
- Sannlíkt eru tað fyritøkur, sum fíggja valstríðið fyri ávís valevni, sigur Hendrik Old.
|