Øll málini í 15 umfari

Video: Her ber til at síggja upptøkur av øllum málunum úr Effo-deildini í 15 umfari.

Fríggjakvøldið var 15 umfar spælt í Effo-deildini. Hetta var samstundis eisini seinasta umfar áðrenn summarsteðgin. Við sigri á ÍF er B36 farið í summarsteðg, 7 stig frammanfyri grannarnar og kappingarneytarnir úr HB.

 

Harafturat tók AB týðandi fet úr botnstríðnum, tá teir á heimavølli vunnu lagnudystin móti B68.

 

Tað er heimasíðan hjá FSF, ið hevur lagt video upptøkurnar út.