Øll lógaruppskot til ummælis

tey sum fáa uppskotini til ummælis, hava fýra vikur at gera viðmerkingar

Á løgmansskrivstovuni í Tinganesi er ein lógardeild, sum millum annað hevur til endamáls at eftirkanna øll lógaruppskot, so lógarsmíð er í lagi og hóskar inn í samlaðu lóggávuna.

 

Hendan deildin sendir vegleiðingar til stjónarráðini um hvussu lógirnar skulu smíðast.

og í seinastu frágreiðingini verður sligið fastm, at øll lógaruppskot skulu sendast til hoyringar - og at tey, sum eru hoyringspartar hava fýra vikur at koma við einum svari.

 

Í tingarbeiðnum síðani nýggja samgongan tók við, er ofta vikið frá hesum. Tað stendur eisini, at tað ber til at gera, men so skal eisini standa í viðmerkingunum hví so er - og grundgevignarnar skulu vera góðar.

 

 

Í teimum uppskotum hetta var gjørt - og tað var í teimum flestu - skrivar landsstýrið, at tíð var ikki til at senda uppskotini til hoyringar.