Øll línuskipini hava lagt til jólar

Tað er ikki væntandi, at nakar serligur útróður verður í jólavikuni.

Øll línuskipini hava nú lagt til jólar og fara ikki út aftur, fyrr enn í fyrsta lagi eftir jólahøgtíðina. Okkurt av teimum seinastu skipunum kom aftur av túri í dag.

 

Á Fiskamarknaði Føroya verður heldur ikki roknað við, at nakar serligur útróður verður í jólavikuni.

 

- Streymurin verður vánaligur. Jólini nærkast, og bæði útróðrarmenn og fiskavirkir fara í jólafrí, verður lagt aftrat.

 

In.fo kann vísa á, at spennandi verður at síggja, hvussu hetta árið hevur roynst hjá okkara línuskipaflota. 

 

Í fleiri ár hava bestu línuskip ligið millum 16 og 18 miljónir krónur í veiðivirði, men í ár skilst, at okkurt av teimum bestu skipunum helst hevur fiskað fyri einar 30 miljónir krónur.

 

Seinnu árini hava vit fingið nøkur frystilínuskip, sum umframt at fiska í føroyskum sjógv, eisini hava fiskað á Flemmish Kap og í Eysturgrønlandi, har fleiri føroysk ísfiskalínuskip eisini hava verið.