Øll línuskipini eru úti, men tey flestu eru nýliga byrjað. Tí verður tað ikki nógv av línuskipunum, sum landa í vikuni, sum kemur.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í metingini av tilfeingi í næstu viku.
Sambært Fiskamarknaðinum, so landar eitt línuskip, sum fiskar brosmu og longu, síðst í vikuni. Tvey onnur línuskip koma eisini at landa síðst í næstu viku, og hava tey mest av toski og hýsu. Línuskipini, sum nýliga eru byrjað túr, fiska bæði á djúpum vatni, á Íslandsrygginum og undir Íslandi.
– Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini brúkiligt fyrst í vikuni, so tá vantað vit nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu. Seinni í vikuni verður veðrið verri, so tá verður helst ikki tað nógva av útróðri, sigur Fiskamarknaðurin, sum eisini vísur á, at onkur er eisini, sum roynir eftir kalva.
Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa, og ein fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Teir landa helst miðskeiðis í vikuni. Restin av djúpvatnstrolarunum antin frysta umborð ella liggja við bryggju.
Allir partrolarirnir fiska upsa. Fiskaríið er misjavnt, men er heldur smáligt. Teir landa sum vikan líður, sigur Fiskamaðurin.
Bara ein trolbátur er úti. Hann fiskar mest tosk og hýsu og landar hann síðst í vikuni. Ivasamt er nær hinir fara út.
Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva síðst í vikuni, fiskaríið er smáligt. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.