Øll kunnu læra healing

- Healing er ikki so mystiskt, sum nógv halda. Tað er nakað, sum øll kunnu læra at gera, sigur kvinnuligur healari

- Healing er ikki so mystiskt, sum nógv halda. Tað er nakað, sum øll kunnu læra at gera.

 

Tað sigur Mina Reinert, sum er ein av teimum fáu healarunum í Føroyum.

 

Javnan fær hon vitjan av fólki, sum hava pínu av ymsum slag og leita sær hjálp við alternativari viðgerð.

 

- Healing snýr seg um at geva einum persóni orku frá tær, soleiðis at viðkomandi verður væl fyri aftur, sigur Mina Reinert.

 

Tá hon skal heala ein persón, leggur hon hendurnar á ymisk støð á kroppinum hjá viðkomandi.

 

- Eg líkasum tuni meg inn til at fáa orku, og hendan orkan fer so út í hendurnar á mær og inn í kroppin hjá persóninum, eg viðgeri, greiðir Mina Reinert frá og leggur afturat:

 

- Tann orkan, sum kemur, hon viðger eisini meg á onkran hátt, tí eg kenni meg væl aftaná og fái eisini eitt boost, sigur Mina Reinert.

 

Hon vísir á, at øll kunnu læra at heala.

 

- Øll kunnu heala. Mann skal bara læra, hvussu tað veðrur gjørt. Lærir tú at heinta orku inn og brúka hana á rættan hátt, so kanst tú heala aðrar persónar, sigur Mina Reinert.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Minu Reinert greiða frá sínu serligu evnum við healing.