Øll kommunan skal vetrarfriðast

Eiðisbygd er vetrarfriðað, og tað eru Svínáir eisini. Nú er Ljósá eftir og gongst, sum bygdaráðið ætlar, verður Ljósá vetrarfriðað næsta ár

Eiðis bygdaráð hevur samtykt fíggjarætlan fyri 2026, og her er eitt nú samtykt at seta pening av til at vetrarfriða Ljósá.

 

- Tilgongdin at vetrarfriða Eiðis kommunu byrjaði í 2015, tá avtala varð gjørd við hagapartarnar Norður og Suðurhelvt á Eiði.

 

Í Eiðis kommunu vísa tey á, at longu árið eftir bleiv hegnað, og rulluportur sett upp og harvið varð Eiðis bygd vetrarfriðað.

 

- Fýra ár eftir hetta - ella í 2020 - varð avgerð tikin um at vetrarfriða Svínáir. Tá varð sáttmáli gjørdur við hagapartin Svínáhaga sunnara part.

 

Og nú er so ein ætlan samtykt um at vetrarfriða Ljósá í 2026.

 

- Við ársbyrjan 2026 er ætlanin at fara í samráðingar við avvarðandi hagapartar.

 

Í Eiðis kommunu siga tey, at gongst sum ætlað verður Ljósá - og harvið allar bygdirnar í kommununi - vetrarfriðaðar í 2026.

 

- Komandi tíðina fara vit at vísa á ymiskar íløguætlanir og raðfestingar hjá Eiðis kommunu fyri 2026, siga tey í Eiðis kommunu.