Øll ísfiskalínuskipini liggja

Tað eru bara nøkur frystilínuskip, sum eru til fiskiskap - í Grønlandi, Íslandi og undir Føroyum.

- Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men fara út aftur, tá veðrið verður betri.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Væntandi er, at okkurt línuskip fer til Íslands, men tey flestu fara undir Føroyar at fiska.  

 

- Línuskipini, sum frysta umborð, eru øll til fiskiskap, eitt eru í Grønland, eitt í Íslandi og eitt fiskar undir Føroyum.  

 

Um útróður, veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin verður hampiligur, men veðrið verður ikki av tí besta.

 

- So, vit rokna ikki við nógvum útróðri teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.