Sunda kommuna bjóðar aftur í ár til mentanarviku. Hetta er fimta árið, at kommunan skipar fyri hesum tiltakinum, sum í ár er størri enn nakrantíð fyrr.
- Fyrstu árini vardi tiltakið nakrar fáar dagar, men við tíðini er tað voksið í vavi, so at í ár byrjar mentanarvikan hósdagin 11. septembur og varar líka til leygardagin 20. septembur, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.
Tað var í 2005, at Hósvíkar, Hvalvíkar, Haldórsvíkar og Sunda kommunur løgdu saman við bygdunum Gjógv og Saksun í nýggju Sunda kommunu. Høvuðsendamálið við samanleggingini var, at Sundalagið skuldi taka tey tungu tøkini í felag.
Heðin Zachariasen metir, at hetta hevur eydnast til fulnar.
- Í dag hava vit alt tað, sum ein kommuna eigur at bjóða í dagsins samfelag. Hetta hevði ikki, haldi eg, verið gjørligt hvør sær. Vit hava í dag eina góða og sterka kommunala umsiting, ið er nógv meiri professionell enn áðrenn. Størstu frambrotini, áðrenn vit løgdu saman, komu eisini, tá vit lyftu í felag, so sum røktarheimið Mørkin og felagsskúlin á Oyrarbakka.
Heðin Zachariasen metir, at bygdirnar í kommununi eru vorðnar væl betur samansjóðaðar, hesi skjótt 10 árini síðani kommunusamanleggingina. Bygdirnar hava altíð havt nógv samskifti sínámillum, eisini áðrenn brúgvin um Streymin varð tikin í nýtslu í 1973, men Heðin Zachariasen heldur, at tað er týðiligt, at tað nú er talan um eina eind og ikki 11 einstakar bygdir ella fimm-seks kommunur, sum fyrr.
- Mentanarvikan er grundfest í hesum, at tað nú er ein størri kommuna. Hon spælir eisini ein stóran týdning í tí, at samansjóða bygdirnar og fólkið, her býr, sigur Heðin Zachariasen.
Fá, men virkin
- Hetta er jú ein spjadd kommuna, og avbjóðingin hjá okkum er at forankra tiltakið í fólkinum, so at øll kenna seg eiga ein lut í mentanarvikuni. Tað haldi eg, vit hava megnað, sigur hann og vísir á ta stóru undirtøkuna, sum tiltakið fær. So gott sum øll áhugafeløgini í økinum taka lut í mentanarvikuni á ein ella annan hátt, eins og at skipað verður fyri tiltøkum í øllum bygdunum í kommununi.
- Mentanarvikan hevur fingið størri og størri undirtøku frá fólkinum og verður betur og betur vitjað fyri hvørt ár, sigur Heðin Zachariasen. Vit leggja dent á, at fáa so nógv fólk sum møguligt at taka lut á ein ella annan hátt, og tað, haldi eg, eydnast væl. Tó at vit einans eru 1700 íbúgvar í kommununi, so er tað eitt virkið fólk.
Heðin Zachariasen sigur, at nógv verður gjørt, fyri at fáa borgararnar at taka lut í fyrireikingunum.
- Skúlin og barnagarðarnir arbeiða saman um tiltøkini. Mentanarvikan verður nýtt sum evnisdagar í skúlanum, og á hendan hátt arbeiða tey við onkrum, sum er viðkomandi fyri kommununa og nærumhvørvi, sigur Heðin Zachariasen. Endaliga úrslitið verður so víst fram á mentanarvikuni.
- Tað, at stuðulin frá borgarunum er so góður, gevur okkum í býráðnum eyka megi at halda á og at menna mentanarvikuna.
- Vit miðja hvørt ár eftir, at mentanarvikan skal fevna so breitt sum til ber. Tí fegnast vit um, at í ár hava vit tiltøk í øllum ellivu bygdunum í kommununi, sigur Heðin Zachariasen.
- Tað er av alstórum týdningi, at mentanarvikan og onnur tiltøk, vit skipa fyri í kommununi, er forankrað í lokaløkinum, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu. Vit leggja okkum veruliga í selarnar eftir, at fáa allar bygdirnar at luttaka og at tryggja okkum, at vit hava eitt breitt tilboð til allar borgararnar.
Mentanin og vinnan hoyra saman
- Tað er eisini av stórum týdningi fyri okkum, at vinnan í kommununi tekur lut í mentanardegnum. Mentanin í økinum hevur í stóran mun grundfesti í vinnuni í økinum, sum veitir stuðul til feløg og tiltøk.
Heðin Zachariasen er serliga spentur upp á vinnukvøldið, ið verður í Eydnuni á Oyrarbakka mánakvøldið 15. septembur.
- Vit hava avgjørt, at nýta hetta høvi, at seta sjóneykuna á vinnuna í kommununi. Í ár er tað ferðavinnan, sum verður sett í miðdepilin. Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, Eirik Suni Danielsen, eigari av Gjáargarði og Magni Arge, fyrrverandi stjóri á Atlantsflog, fara at hava framløgur undir heitinum “Ferðavinnan – vinnumøguleiki”, sigur Heðin Zachariasen.
Hann vísir á, at Sunda kommuna allarhelst er ein hin mest vitjaða kommuna í landinum, hvat ferðafólkum viðvíkur.
- Vit plaga at siga, at ferðafólk í Føroyum vitja antin Saksun, Gjógv ella Tjørnuvík. Øll hesi trý støðini liggja í Sunda kommunu. Og um fólk ikki steðgar á her, so eru tey nógv, sum koyra um brúnna og ígjøgnum tunnilin. Ferðavinnan er ein vaksandi vinna í Føroyum, og vit í Sunda kommunu vilja gjarna vera við, har tað hendir, sigur borgarstjórin.