Í dag var politiskur pallborðsfundur millum føroysku ungmannafeløgini. Allir flokkar, undantikið Sjálvstýrisflokkurin, høvdu umboð á fundinum. Politiskur Ungdómur – ella PolUng – sum er tvørpolitiska samstarvi flokkarnar í millum, skipaði saman við næmingaráðnum í Føroya Handilsskúla fyri pallborðsfundinum.
Kjakast var um trý høvuðsevni – yvirtøka av útlendingaøkinum og skipaðan integrasjónspolitikk, hvørt verandi almennar tænastur skulu bjóðast út til privatar veitarar, og um rúsdrekkalógin skal broytast.
Almennar tænastur privatiserast
Umboðini fyri HUXA og Framsóknum Ungdómi høvdu fyri tað mesta somu hugsanir innan kjakevnini, har tey vístu á, at tað almenna ikki eigur at taka ræði av tí einstaka borgaranum við forboðum, sum til dømis við rúsdrekka. Harafturat mæltu báðir ungdómsflokkarnir til, at verandi almennu tænasturnar áttu at verið bjóðaðar út til privatar aktørar at umsita.
Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið mettu, at serliga heilsutænasturnar máttu ongantíð á privatar hendur, tí at kann føra við sær, at tey ikki taka heildarmyndina av sálarligu og heilsuligu støðuni hjá borgaranum til eftirtektar, men heldur fara at røkja serøki eftir marknaðartreytum.
Rúsdrekka í vanligu sølustøðini
Viðvíkjandi rúsdrekkasøluni, so vóru øll ungmannafeløgini, undantikið Ung fyri Miðflokkin, samd um, at tað skuldi bera til at keypa vín og øl í vanligum sølubúðum – tó ikki brennivín. Tey viðurkendu, at tað ikki bert er tann einstaki, sum einsamallur verður ávirkaður av rúsdrekkamisnýtslu, men hildu, at tað var margháttligt, at landið umsitur bæði heilsumál og sambært lóg skal tryggja avlop í sínum rakstri av Rúsdrekkasølu Landsins.
Aksel Berg, umboð fyri Ung fyri Miðflokkin, vísti á, at hetta ikki var ein spurningur um hvussu rúsdrekkanýtsla kann ávirka tann einstaka brúkaran, men, at tað kundi hava ringvirknan og eisini ávirka avvarðandi hjá rúsdrekkamisnýtaranum. Aksel helt, at søla av øl og vín í vanligum sølubúðum fór at økja um vandan at fólk ikki sleppa av við rúsdrekkamisnýtsluna.
Útlendingaøki yvirtakast
Øll ungmannafeløgini, undantikið Ungmannafelagið Samband, vóru samd um, at útlendingaøki skuldi yvirtakast, umframt, at ein veruligur integrasjónspolitikkur átti at verið skipaður. Ungmannafelagið Samband helt, at útlendingaøki var best røkt sum danskt málsøki.
Myndirnar niðanfyri og omanfyri hevur KT-leiðarin á Føroya Handilsskúla, Áki Heinesen Højsted tikið.