Unga Tjóðveldið blandar seg nú eisini í kjakið um ætlaninar at víðka heimildirnar hjá løgregluni at avlurta fólk, ið eru undir illgruna fyri at hava framt størri brotsverk í sambandi við rúsevnir, pornografi og KT-brotsverk.
- Fyrr í ár avdúkaði Edward Snowden, at USA sneytaði í privatlívinum hjá borgarunum í USA. Nógvur ruðuleiki og nógv kjak hevur síðani verið um avlurtan av privatum samskifti. Nú er ætlanin at hendan avlurtingin eisini skal fremjast í verki í Føroyum.
Vegna Unga Tjóðveldið, vísir Tráin Petursson Nónklett á, at løgmaður rættvísger ætlanina um at seta í verk danska avlurtingar- og eftirlitspakkan í Føroyum við at siga, at Føroyar eru í gongd við at blíva ein “tilfeingisdepil fyri narkobarónar”.
- Í Danmark hava heimildirnar serliga verið nýttar av fregnartænastuni orsakað av óttanum fyri yvirgangi. Óttin fyri yvirgangi er ikki orsøkin til, at løgreglan í Føroyum skal hava víðari heimildir at avlurta fólk. Tað er heldur óttin fyri, at Føroyar gerast frístaður fyri narkokriminalitet.
Tráin Petursson Nónklett heldur ikki, at løgmaður hevur haldgóðar grundgevingar fyri sínum úttalilsi.
- Løgmaður vísir bara á, at hann hevur fingið hetta fortalt frá løgregluni, og at “hetta væl saktans er tað, sum hendir, tá lóggávan er afturi í telefaxtíðini”, sum hann tekur til í samrøðu við Kringvarp Føroya 12. november.
- Unga Tjóðveldið metir ikki, at so víðfevnd avlurting eigur at verða tikin í brúk, serliga, tá landsins trygd ikki stendur upp á spæl. Hetta er at gera seg inn á persónliga frælsi hjá fólkinum, og tað er eisini sera ivasamt, um ein slík skipan fer at steðga sølu av rúsevnum.
Felagið heldur tað vera nærliggjandi at hugsa, at brotsfólk bara finna nýggjar mátar at skipa kriminalitet og samskifti uppá.
- Vit eiga at varðveita einar Føroyar, har vit sum útgangsstøði ikki illteinkja hvønn annan. Tí, hvar steðgar mistonkiliggeringin og avlurtingin? spyr felagið, sum mælir til, at Føroyar í staðin eiga at leggja størri dent á fyribyrging av kriminaliteti, eitt nú við at raðfesta útbúgving og sosial tilboð.
Les alt lesarabrævið frá Unga Tjóðveldið við at TRÝSTA HER









