Tað sigur Høgni Rasmussen, sum býr á Frúutrøð í Havn. Hann og onnur í grannalagnum eru sera misnøgd við ætlanina hjá býráðnum at byggja íbúðarbygning í trimum hæddum á Frúutrøð.
Í gjár hevði Tórshavnar kommuna boðið grannum hjá Musikkskúlanum á Frúutrøð í Havn til fundar á býráðnum, har tey fingu at vita um ætlanina at byggja 50 íbúðir á økinum, har Musikkskúlin og læknaviðtalan eru.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Rás2 hevði við Høgna Rasmussen.









