Tá ið Paul Watson ella Sea Shepherd á Facebook gera dagføringar um grindadráp í Føroyum, eru hvørja ferð hundraðtals fólk úr øllum heiminum til reiðar at gera viðmerkingar.
Tá ið blóðugar grindadrápsmyndir verða lagdar út, og Watson og hansara fólk skjóta við skørpum, endar kjakið eisini við at vera hareftir. Í nógvum førum er talan um primitivar og ógvisligar útsagnir um føroyingar og Føroyar.
- Tað eru bert sjúk fólk, sum kann gera nakað slíkt við grindahvalir, skrivar ein kvinna.
- Vóni, at móðir jørð sendir ein jarðskjálvta til Føroyar, skrivar ein maður.
Og so eru tað uppaftur onnur, sum hava viðmerkingar sum:
- Ein tjóð av sálarsjúkum fólki – skammið tykkum!
- Reinur óndskapur!
- Blóðtystir villmenn!
Á Facebook vangunum hjá Paul Watson og Sea Shepherd eru seinastu dagarnar komnar túsundtals viðmerkingar frá fólki kring allan heimin, sum fordøma føroyska grindadrápið. Einstakir føroyingar royna av og á at gera onkra viðmerking, men tær hvørva skjótt í rúgvuni av ófantaligum og illum viðmerkingum.










