Øðrvísi jólaundirhald í Kaffihúsinum

(Ljóðsamrøður) Ria, Súsanna og Hans Tórgarð fara at undirhalda trý leygarkvøld áðrenn jól

Kaffihúsið í Vágsbotni ætlar nú at royna nakað øðrvísa nøkur leygarkvøld í november og desember, har tey bjóða jólabuffét og jólaundirhald. Talan verður um leygarkvøldini, 29. november, 6. desember og 13. desember.

 

Tað verða systkini Ria, Súsanna og Hans Tórgarð, sum koma at standa fyri undirhaldinum. Tiltakið er ætlað teimum meira tilkomnu.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Lis Eklund frá Kaffihúsinum, og hoyr eisini Súsonnu og Riu Tórgarð greiða frá.