Øði um liðmynd hjá Real Madrid

Liðmyndin sýnir eitt steyp, sum Barcelona longu hevur vunnið hetta kappingarárið

Øll fótbóltslið, og ikki minst tey kendu liðini taka eina mynd av hópinum við kappingarbyrjan. Tað gjørdi spanska kongafelagið, Real Madrid eisini á hesum sinni, men myndin hevur vakt øsing, ikki minst millum FC Barcelona fjeppararnar.

 

Á myndini av hópinum hjá Real Madrid hetta kappingarárið er evropeiska Super Cup steypið stillað fremst. Eitt steyp Real Madrid vann í august í fjør. Tó eru Real Madrid ikki seinastu vinnararnir av steypinum. Steypið er nevnliga vunnið av FC Barcelona í august í ár, tá Barcelona vann ein minniligan 5-4 sigur yvir Europa League vinnarunum, Sevilla. 

 

FC Barcelona fjepparar í hópatali øsa seg nú á teimum sosialu miðlunum, har teir vísa staðiliga á, at tað er FC Barcelona, sum er evropeiskur Super Cup vinnari hetta kappingarárið, og tað er ikki smávegis atfinningar, sum arvafíggindin í Madrid fær oman yvir seg. 

 

Men eftir tí, sum sponsk ítróttarpressa skrivar, so er liðmyndin tann minsti trupuleikin hjá Real Madrid. Fleiri av spælarunum hjá Real Madrid eru troyttir av tí taktiska upplegginum hjá høvuðsvenjaranum, Rafael Benitez, og tí verður dyrgt eftir í spanskari ítróttarpressu, at ein samanbrestur millum høvuðsvenjaran og størstu spælararnar hjá felagnum er ávegis.