Norskir miðlar hava staðfest fyri einari løtu síðani, at stórleikarin hjá Arsenal, Martin Ødegaard verður ikki við tá Noreg og Føroyar møtast til venjingardyst á Ullevaal leikvøllinum í Oslo komandi hósdag klokkan 17.
Martin Ødegaard hevur seinastu vikurnar verið darvaður av skaða.
Hin norski stórleikarin, Erling Braut Haaland er tøkur, so føroyska verjan fær nógv at gera teir 90+ minuttirnar á Ullevaal leikvøllinum.
Hetta verður fimti ferð Føroyar og Noreg hittast. Noreg hevur vunnið allar fýra dystirnar higartil, og enn hava Føroyar til góðar at skora móti Noregi.
Noreg hevur higartil vunnið 2-0, 7-0, 2-0 og 4-0 á Føroyum. Samlaða málúrtøkan er 15-0 til Noreg.