Odvør er ættað úr Havnini, men seinastu 27 árini hevur hon búð í Fuglafirði.
Odvør er dóttur Herborg og Gunnar Gunnarson, sum búðu í Mattalág. Hon var av Viðareiði og hann úr Vági. Tey áttu fimm børn: Sólva, sum býr í Esbjerg, Inga og Jórun búgva í Havnini, Gunnar býr í Klaksvík, og Odvør býr í Fuglafirði.
Sum ung arbeiddi Odvør í vøggustovu í Havnini. Eftir at hon kom til Fuglafirðar, hevur Odvør fingist nógv við seyming av ymiskum slagi. Hon hevur tikið skeið, og hon hevur hildið skeið. Eitt nú hevur hon havt vikuskiftisskeið í ymsum plássum, og so hevur hon eisini undirvíst í kvøldskúlanum.
Odvør er ein av teimum drívandi í Fuglafjarðar Heimavirkisfelag, sum hevur útsølu í Piddasa handli. Talan er um rættuliga virknan felagsskap, sum selur fyri fleiri, ið gera handarbeiði heima við hús. Í Ribarhúsi, sum var pakkhúsið hjá Piddasa handli, skipa tey fyri listaframsýningum av ymsum slagi, og Odvør er eisini uppi í tí áhugabólkinum.
6. august í 1976 giftist Odvør við Jógvani á Lakjuni úr Fuglafirði. Tá gekk hann á læraraskúla í Havnini. Hann var liðugur í 1977, og tá fluttu tey til Fuglafirðar at búgva, og har hava tey verið síðani. Odvør og Jógvan eiga fimm børn: Høgni, Bárður, Rógvi, Herborg og Dánjal. Høgni er giftur og býr í Fuglafirði, og Bárður er giftur í Leirvík, har hann býr. Odvør eigur fýra ommubørn - tríggjar dreingir og eina gentu.