Fyrr helt tivoliøkið til í Kommunuskúlagarðinum, har mong gjøgnum ár og dag hava keypt 21 spæl ella skotið sær eina rósu. Men seinnu árini hevur økið í Kommunuskúlagarðinum verið ov lítið, og neyðugt hevur verið at funnið eitt nýtt stað. Tað staðið er so blivið til parkeringsøkið á Skálatrøð.
Tað tykist sum um at ambitiónirnar til tivoliøkið eru høgar og alsamt vaksandi. Onki ringt um at skjóta rósur ella at smíða seymir við trimum sløgum, men seinnu árini hava børnini havt eitt sindur størri úrval av møguleikum.
Í fjør kundu ólavsøkugestir royna Tórshjólið, sum var ein stór succes. Í ár hava ólavsøkugestirnir møguleika at royna Tórsódnina, ið er munandi ógvusligari enn hjólið í fjør. Upp og niður, aftur og fram, runt og runt. Rópini hoyrast frá teimum 16 fólkunum, sum í 5 minuttir fáa eitt kitl í búkin, meðan Tórsódnin gevur teimum eitt stuttligt upplivilsi.
Av øðrum møguleikum, sum ikki hava verið at sæð ofta í Føroyum áður, er m.a. bátar til børn undir skúlaaldri. Tey sleppa at snara einum hondtaki, og so siglir lítli báturin. Karusel, sumowrestling og mini-bilar eru nøkur av teimum mongu tilboðunum, sum eru. Ja, og sjálvandi tarvurin, sum hoyrir til.
Uttan at siga ov nógv er tivoliøkið í ár serstakliga gott, og kunnu øll børn – og foreldur – seta ein tíma ella fleiri av at tjekka tivoliið út.










