Odmar: Vit hava ein strategiskt og taktiskt sterkan hóp (FM1)

(FM1 í Dublin) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við verjuskansan hjá KÍ, Odmar Færø

##med2##

- Vit hava ein strategiskt og taktiskt sterkan hóp, og ein sera dugnaligan venjara.

Verjuskansin hjá KÍ, Odmar Færø sum hevur tikið nógv tøk í evropeiskum kappingum undirstrikar, at hann og liðfelagarnir fara at gera alt hvat teir megna í Europa League Play Off dystinum móti Dundalk FC á Aviva leikvøllinum í Dublin hóskvøldið klokkan 19.30.

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

Oddmar Færø er sera fegin um tey góðu úrslitini B36, NSÍ og KÍ hava megnað fyri føroyskan fótbólt í evropeiskum kappingum í ár, og nú vónar hann, at KÍ kann gera tað enn meira søguligt fyri føroyskan fótbólt.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi í Korona-fjarstøðu við Odmar Færø.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Patrik Johannesen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jóannes Bjartalíð.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jonn Johannessen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við formannin í KÍ, Tummas Lervig.

(Samrøða úr Dublin við Oddmar Færø)