Odmar var borin á børu av vøllinum

Í KÍ leguni verður roknað við, at landsliðsspælarin verður ikki við í Europadystinum hóskvøldið

Odmar Færø og Heini Vatnsdal hava verið ógvuliga sannførandi par teir fáu dystirnar, sum teir hava mannað miðverjuna hjá KÍ.

Tað vóru landsliðsspælararnir í KÍ miðverjuni eisini í Trongisvági í dag. Inntil Odmar Færø varð illa taklaður í KÍ brotsteiginum og lá góða løtu og ringdi seg av pínu. Tað plagar ikki at vera Odmari fyri at liggja leingi á vøllinum. Tí var kenslan, at Odmar píndist, tá ið hann varð lyftur á børuna og borin av vøllinum.

Tá var ein tími farin, og Ísak Simonsen varð settur á vongverjan í vinstru, meðan Jesper Brinck varð fluttur í miðverjuna.

Í kvøld verður sagt úr KÍ leguni, at kanska er Odmar ikki so illa skaddur, sum tað sá út til seinnapartin.

Sjúrður Jacobsen er hjálparvenjari í Klaksvík. Í dag vóru hann og Oddur Olsen á beinkinum, nú Mikkjal eftir trý gul kort var bannaður at sita á beinkinum.

-Vit vóru kløkkir. Tað sá út til, at Odmar var álvarsliga skaddur, og tað hevði verið sera dyggur smeitur, um tað var so. Tíbetur vísir tað seg í kvøld, at talan er kanska ikki um álvarsligan skaða. Talan er um dygt slag inn á fótin, sum bar nógva pínu við sær, men tað tykist ikki, at nakað er brotið, og vit vóna, at Odmar skjótt verður førur fyri at spæla aftur. Tó rokna vit tað fyri lítið sannlíkt, at hann verður við hóskvøldið, tá ið vit fara at spæla í Europe League ímóti Dinamo Tibilisi, sigur Sjúrður Jacobsen.

Tit eru neyvan nøgdir við málleysan javnleik í Trongisvági, spyr óføri Heri Á. Simonsen fyri FM1?

-Sum altíð vísti TB seg at vera sera boysið mótstøðulið. Vit hava fyrr í ár vunnið tveir teprar sigrar ímóti TB. Um vit venda eyguni ímóti okkum sjálvum, so kunnu tað vera ymiskar orsøkir til, at vit ikki vunnu. Tann fyrsta er, at vit tær seinastu ferðirnar hava havt torført við at skjóta mál. Á Skála eydnaðist tað at halda tætt, og so bar 1-0 sigurin trý stig við sær. Í Trongisvági eydnaðist tað ikki at skjóta mál, hóast vit høvdu fleiri stórar málmøguleikar. Ivaleyst spælir tað eisini inn, at tað er og verður so tætt millum dystirnar, men tað eru treytirnar, sigur Sjúrður Jacobsen, hjálparvenjari hjá KÍ, sum í dag í Trongisvági hevði ábyrgdina á KÍ beinkinum.