Føroyski landsliðsmiðverjin, Odmar Færø, hevur í dag gjørt ein eitt ára sáttmála við HamKam í næst bestu deildini í Noreg. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Odmar Færø hevur í eina tíð gjørt greitt, at hann leitar eftir nýggjum avbjóðingum. Hann hevur seinnu árini spælt við B36, har hann eisini hevur verið liðskipari. Í summar lyfti hann eisini steypið, tá B36 vann finaluna um Løgmanssteypið.
Odmar Færø hevur spælt 211 dystir fyri B36 og 24 landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur fyrr spælt í Skotlandi við Forfar.