Odmar hevur verið undir skurð

Odmar Færø var ikki við á B36-liðnum í dag

Liðskiparin hjá B36, Odmar Færø, var ikki á vøllinum í kvøld, tá B36 vann útsetta dystin móti 07 Vestur 2-0. Miðverjin hevur verið undir skurð, men verður skjótt klárur aftur.

 

Les eisini: (FM1) Samrøða við Jákup á Borg

 

- Eg havi fingið ein minni skurð í nøsina og vænti, at eg kann venja við aftur mánadagin, sigur Odmar Færø, sum sat uttanfyri í dag.

 

Landsliðsspælarin hevur annars boðað frá, at hann ætlar at royna eydnuna sum yrkisspælari í framtíðini. Við Fótbóltsblaðið hjá Sosialinum segði hann undan kappingarárinum, at hann hevði tilboð, eftir at hann spældi nakrar góðar landsdystir í fjør.

 

Í kvøld var nýggjur maður í miðverjuni hjá B36. Hugin Samuelsen, sum annars hevur spælt longurframmi á vøllinum, spældi í miðverjuni saman við Bjarna Petersen, meðan Andrias H. Eriksen sat á bonkinum.

 

Les eisini: B36 fer frá sigri og til sigur

 

- Vit vita, at Odmar ætlar sær at royna eydnuna uttanlands, meðan Robert Heðin Brockie ætlar sær at fara niður at lesa. Tí hava vit bara tveir miðverjar, so vit vildu síggja um Hugin Samuelsen kann spæla har. Tað er við framtíðini fyri eyga, at vit gjørdu so í dag, sigur Jákup á Borg við FM1.

 

Hann rósti eisini nýggja miðverjanum fyri avrikið í dag. Hartil segði Jákup á Borg, at Meinhard E. Olsen eisini leitar eftir felagið uttanlands.

 

- Vit vilja gjarna verða við í toppinum í føroyskum fótbólti. Tað krevur, at vit hava nakrar ávísar profilar. Vit leita eftir føroyskum spælarum, sigur Jákup á Borg.

 

Hann vil ikki seta navn á nakran spælara, men avsannar heldur ikki, at talan kann verða um útisetar.