Verjukempan á føroyska landsliðnum, Odmar Færø, hevur onga uttanum forkláringum til støðuna, sum førdi til 2-0 málið hjá Eysturríki, tá hann var óheppin og stútaði bóltin fyri føturnar á eysturrískum áleypara, sum skoraði.
- Handan feilin taki eg 100 prosent upp á meg sjálvan , sigur ein sjónliga vónbrotin Odmar Færø í Mix Zone á Ernst Happel leikvøllinum.
- Eg hugsaði at eg skuldi verða eitt sindur smartur, og taka eitt sindur av trýst frá okkum við at skalla aftur til Gunnar, so vit fingu ein hálvan minutt at hvíla okkum í, tá eg heldur skuldi gyppa bóltin vekk. Og so hendir tað keðiliga, at vit eru aftanfyri 2-0, greiður Odmar Færø frá.
Føroyska liðið tóktist illa skipað í verjupartinum og tað manglaði onkur at ganga á odda og leiða liðið.
- Vit eru illa skipaðir. Móti Týsklandi spæla vit móti sama slag av fótbólti, men vit megna at takla tað nógv betri. Men hetta er tað, sum hendir, tá vit hava ein ringan dag og mótstøðuliðið hevur ein ringan dag, sigur Odmar Færø.
- Eg veit ikki hví vit ikki eru klárir tá dysturin byrjar, tí vit vita, at tað koma sum eitt ódnarveður frá byrjan, sigur Odmar víðari.
Hóast tað sá út sum, at føroyska liðið als ikki var fyrireikað til dystin, so Odmar ikki samdur.
- Vit eru fyrireikaðir til dystin og vit vita at teir koma við øllum, sum teir hava, men alíkavæl, so klára vit ikki at standa ímóti tí í dag, ásannar Odmar Færø.
Samrøðan við Odmar Færø kann hoyrast undir greinini.