Í morgin klokkan 17 spæla Føroyar fyrsta landsdystin í EM 2020 undankappingini. Dysturin verður á Malta og líkt er til, at Odmar Færø byrjar inni í miðverjuni, eftir at Sonni Ragnar Nattestad hevur givið avboð. Alt bendir á, at hann kemur at hava útgangsstøði sum vinstri miðverji.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg haldi eg havi sagt tað fyrr, líkamikið hvar eg spæli, um eg byrji inni so eri eg til reiðar at gera eina uppgávu fyri landsliðið. Eg havi eisini spælt vinstri miðverji fyri B36, so tað eri eg vanur við. Tað er einki hokus pokus við tí, sigur Odmar Færø við FM1.
Les eisini: Jóan Símun skaddur
Hann leggur afturat, at tað eru onkrar broytingar í samband við uppspælið, men annars snýr tað seg í stóran mun um at verja og stríðast í verjupartinum, tá talan er um landsdystir.
Nógv at læra í Hamkam
Odmar Færø hevur í vetur skift leiklutin sum liðskipari í B36, út við eina yrkisleið í Hamkam í næstbestu deildini í Noreg. Miðverjin letur væl at fyrstu tíðini.
- Tað hevur verið gott. Eg eri komin væl upp á pláss, og í tveir mánaðir hava vi vant hart og spælt nógvar venjingardystir. Har er nógv at læra, men eg haldi at formkurvan peikar rættan veg, sigur Odmar Færø, ið heldur at fótbólturin er á einum eitt vet hægri stigi.
- Eg vil siga, at støðið er eitt sindur hægri. Vit hava onkrar ungdómslandsliðsspælarar og onkrar fyrrverandi profilar, sum hava spælt í eitt nú The Championship í Onglandi. Tað eru fleiri spælarar, sum eru á høgum stigi, so í miðal er støðið hægri, sigur miðverjin.
Les eisini: Todi Jónsson um sigarnar á Malta í 1997
Ein vandi, tá føroyskir spælarar fara av landinum, er at teir enda á bonkinum. Tað hevur 29 ára gamli Odmar Færø ikki tíð til, um hann skal gera seg galdandi.
- Teir havt sagt, at eg eri tikin inn fyri at verða fyrstaval í miðverjuni. Soleiðis hevur tað eisini sæð út higartil. Tá vit hava spælt við tí liðnum, sum kann roknast við at vera sterkasta liðið, so havi eg verið við hvørja ferð sum høgri miðverji, sigur Odmar Færø.
Les eisini: Gunnar og Atli minnast aftur á fyrsta landsdystin
Landsdysturin í morgin byrjar klokkan 17. FM1 byrjar at senda klokkan 15, tá Fótbóltspanelið verður sent. Síðani verður sent beinleiðis av Ta´Qali leikvøllinum á Malta.